Dátuverndarkunning

INNLEIÐSLA

Sum meginregla viðger JFK Samtakið, undir hesum tey feløg og dátuábyrgdarar, sum lýstir eru undir punkt 1.1 niðanfyri (hereftir “JFK”, “vit”, “okkum” ella “okkara”) persónsupplýsingar sum dátuábyrgdari í sambandi við okkara fyrisiting av kunda- og veitarasamstørvum umframt okkara starvsfólka- og manningaumsiting.

Tað er okkara skylda at verja trúnaðin, rættleikan og atgeingi á teimum upplýsingum, sum vit viðgera um kundar, veitarar, starvsfólk og manning okkara, undir hesum persónupplýsingar. Vit taka dátuvernd í størsta álvara og hava sett tøknilig og bygnaðarlig tiltøk í verk, sum tryggja, at okkara viðgerð av persónupplýsingum fer fram samsvarandi ásetingunum í dátuverndarlógini.

1.1  FELØG OG DÁTUÁBYRGDARAR Í JFK SAMTAKINUM

Undir JFK Samtakinum viðgera fylgjandi feløg persónupplýsingar sum dátuábyrgdarar:

  • P/F EFHO
  • P/F Eystfelli
  • Sp/F G P S
  • P/F Grønanes
  • P/F J.F.K. Trol
  • P/F JFK
  • P/F JFK Seafood
  • P/F Klakkur
  • P/F Kósin
  • P/F Kvikk
  • P/F Meðalsbrekka
  • Sp/F Miðdalsenni
  • P/F Næraberg
  • P/F Northern Fish Cold Storage Ltd
  • Sp/F Polarstjørnan

2  OKKARA VIÐGERÐIR

Niðanfyri er ein lýsing av hvørjar persónupplýsingar vit viðgera, og hvat endamálið er við viðgerðini, umframt, hvør heimildin er fyri einstøku viðgerðunum.

2.1  STARVSUMSÓKN

Endamál
Viðgerðin er neyðug fyri at kunna søkja eftir starvsfólki og manning til skip okkara, undir hesum fyri at kunna viðgera starvsumsóknir og meta um førleikar fyri at kunna røkja eitt ítøkiligt ella komandi starv á landi ella umborð á skipum okkara.

Heimild
Viðgerðin er grundað á okkara heimilaða áhugamál í sambandi við okkara viðgerð og meting av umsóknini sambært § 8, stk. 1, nr. 6 í dátuverndarlógini.

Í ávísum førum kann umsøkjarin geva okkum samtykki til at varðveita umsóknina eitt avmarkað tíðarskeið, um eitt starv í staðin skuldi verið tøkt seinni sambært § 8, stk. 1, nr. 1 í dátuverndarlógini.

Tey skrásettu
Vit skráseta upplýsingar um tann skrásetta og møguligar aðrar tilvísingar, sum tann skrásetti sendir okkum saman við umsóknini.

Sløg av persónupplýsingum
Vit viðgerða vanligar persónupplýsingar, sum umsøkjarin sendir okkum, undir hesum navn, bústað, telefonnummar og teldupost, umframt aðrar upplýsingar, sum tann skrásetti sendir okkum, t.d. CV, próvtøl, myndir og aðrar upplýsingar.

Kelda
Sum meginregla fáa vit upplýsingar frá umsøkjaranum. Vit kunnu í sambandi við setanartilgongdina leita eftir alment atkomuligum upplýsingum á alnótini og á sosialum miðlum.

Varðveitslutíðarskeið
Um umsøkjarin ikki verður settur, verða upplýsingarnar varðveittar í upp til 6 mánaðir at rokna frá endanum av árinum, umsøkjarin søkir starvið. Um umsøkjarin gevur okkum samtykki til at varðveita upplýsingarnar, ella um serligar umstøður eru galdandi, kunnu vit varðveita tær í eitt longri tíðarskeið.

Móttakarar
Sum meginregla geva vit ikki persónupplýsingar víðari til onnur, men brúka ávísan mun útvaldar KT-veitarar í sambandi við flutning og varðveitslu av upplýsingunum. Vit tryggja, at neyðugar avtalur eru gjørdar við KT-veitarar, sum tryggja, at persónupplýsingarnar verða viðgjørdar samsvarandi dátuverndarlógini og við nøktandi dátuvernd.

2.2  FYRISITING AV KUNDA- OG VEITARASAMSTØRVUM

Endamál
Viðgerðin er neyðug fyri at kunna røkja okkara kunda- og veitarasamstørv, undir hesum sølu av vørum okkara og keyp av vørum og tænastum.

Heimild
Viðgerðin er grundað á okkara heimilað áhugamál, ið at kunnu røkja okkara kunda- og veitarasamstørv sbrt. § 8, stk. 1, nr. 6. Í dátuverndarlógini.

Tey skrásettu
Starvsfólk hjá kundum og veitarum okkara.

Sløg av persónupplýsingum
Vit viðgera vanligar persónupplýsingar sum navn, bústað, telefonnummar, teldupost og aðrar samskiftisupplýsingar hjá starvsfólki hjá kundum og veitarum okkara.

Kelda
Kundin og starvsfólk hjá kundanum.

Varðveitslutíðarskeið
Vit varðveita upplýsingarnar í 5 ár, roknað frá endanum av árinum, vit seinast hava veitt kundanum eina vøru ella tænastu. Um serligar umstøður gerast galdandi, kunnu vit varðveita upplýsingarnar í eitt styttri ella longri tíðarskeið.

Móttakarar
Sum meginregla geva vit ikki persónupplýsingar víðari til onnur, men brúka í ávísan mun útvaldar KT-veitarar í sambandi við flutning og varðveitslu av upplýsingum. Vit tryggja, at neyðugar avtalur eru gjørdar við KT-veitarar, sum tryggja at persónupplýsingarnar verða viðgjørdar samsvarandi dátuverndarlógini og við nøktandi dátuvernd.

3  TÍNI RÆTTINDI

Sum skrásettur hevur tú ávís rættindi, sum vit hava skyldu til at fylgja.

Tú kanst seta teg í samband við okkum og fáa innlit í, hvørjar persónupplýsingar vit viðgera um teg. Somuleiðis kanst tú fáa skeivar ella manglandi persónupplýsingar rættaðar. Um vilt hava, at tínar persónupplýsingar verða slettaðar, at vit avmarka viðgerðina av tínum persónupplýsingum, ella um tú vilt at brúka tín rætt til dátuflutning ella at mótmæla og steðga eini viðgerð av tínum persónupplýsingum, kanst tú seta teg í samband við okkum.

Tá vit viðgera persónupplýsingar grundað á samtykki, hevur tú rætt til at taka títt samtykkið aftur. Fyri at taka títt samtykki aftur, kanst tú seta teg í samband við okkum.

Afturtøka av einum samtykki ávirkar ikki heimildina fyri viðgerð, ið er farin fram, áðrenn afturtøkan er framd.

Send ein teldupost til jfk@jfk.fo við heitinum “Eg vil brúka míni rættindi í dátuverndarlógini” og eini frágreiðing, so viðgera vit málið.

4  BROYTINGAR Í HESARI DÁTUVERNDARKUNNING

Vit endurskoða javnan dátuverndarkunningini fyri at staðfesta, um hon skal dagførast ella tillagast.

Hendan dátuverndarkunning er seinast dagførd, tann 07.07.2023.

5  SAMBAND

Um tú vilt brúka tín rætt sum lýst omanfyri, ella um tú hevur spurningar til okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum ella  dátuverndarkunningini, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.

Kósarbrúgvin 3
710 Klakvsík
(+298) 409900
jfk@jfk.fo

6  KÆRA

Um tú vilt kæra okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum, verður tú vinaliga biðin um at senda okkum ein teldupost á jfk@jfk.fo og lýsa málið. Vit viðgera kæruna og venda aftur.

Tú hevur eisini rætt til at kæra til Dátueftirlitið í sambandi við tíni rættindi umframt okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum. Fyri nærri kunning um, hvussu tú kanst senda Dátueftirlitinum eina kæru, verður víst til heimasíðuna hjá dátueftirlitinum www.dat.fo.

 

 

Farspor

Hvat er eitt farspor?
Eitt farspor er ein lítil dátufíla, sum er goymd á telduni, teldlinum ella fartelefonini. Eitt farspor er ikki eitt forrit, sum kann innihalda skaðilig forrit ella virus.

Hvussu/hví heimasíðan nýtir farspor
Farspor eru neyðug fyri at heimasíðan kann rigga. Farspor geva okkum eitt yvirlit yvir tínar vitjanir á heimasíðuni, soleiðis at vit framhaldandi kunnu albøta og rætta heimasíðuna eftir tínum tørvum og áhugamálum. Til dømis kunnu farspor minnast, hvat tú hevur lagt í vørukurvina, um tú hevur vitjað heimasíðuna áður. Vit nýta eisini farspor fyri at fáa lýsingar okkara fram, tá tú vitjar aðrar heimasíður. Í høvuðsheitum verða farspor nýtt sum partur av tænastu okkara fyri at vísa innihald, sum er so viðkomandi sum gjørligt fyri teg.

Hvussu leingi verða farspor goymd?
Tað er ymiskt, hvussu leingi farspor verða goymd á tínum tóli. Tey verða sett at fara úr gildi alt eftir, nær tú seinast vitjaði heimasíðuna. Tá farspor eru farin úr gildi, slettast tey sjálvvirkandi.

Soleiðis kanst tú nokta ella sletta tíni farspor
Tú kanst altíð nokta farspor á telduni, teldlinum ella fartelefonini við at broyta stillingarnar í tínum kaga. Hvar hesar stillingarnar eru at finna, veldst um, hvønn kaga tú brúkar. Um tú broytir stillingarnar, eru tað summar funkur og tænastur, sum tú ikki kanst nýta, tí tær eru bundnar at, at heimasíðan kann minnast tað, sum tú hevur valt.

Tú kanst velja ikki at fáa farspor frá Google Analytics her.

Sletta farspor
Tú kanst sletta farpsor, sum tú hevur góðkent frammanundan. Nýtir tú eina eginteldu (PC) við eini nýggjari útgávu av einum kaga, kanst tú sletta farsporini við at nýta snarknapparnar: CTRL + SHIFT + Delete.

Um snarknapparnir ikki rigga og/ella tú nýtir eina Apple-teldu, mást tú finna út av, hvønn kaga tú nýtir, og síðani trýsta á eitt viðkomandi leinki:

Internet Explorer
Mozilla Firefox
Google Chrome
Opera
Safari macOS
Apple iPhone/iPad
Android

Minst til: Nýtir tú fleiri ymiskar kagar, mást tú sletta farsporini á øllum.

Scroll to Top